Tað eru tvey lið sum hava hart brúk fyri stigum, ið møtast undir Mýruhjalla á Skála, leygarkvøldið klokkan 18.
Skála tekur móti NSÍ. Skálamenn hava hóast fleiri góð avrik bert fimm stig á næstaftasta plássi, og hava tí hart brúk fyri einum sigri.
NSÍ hevur níggju stig, men má hava stig fyri at halda frástøðuna til Skála.
Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo