FM1 sigur frá HB-TB klokkan 18.30 í kvøld

Talan er um aðalroyndina hjá HB áðrenn teir ferðast til Champions League undanundankappingina í Albania

Fyrsti dysturin í 14. umfari í Betrideildini hjá monnum verður leiktur í kvøld klokkan 18.30 á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

 

HB tekur móti TB á heimavølli longu í kvøld tí liðið skal ferðast til Albania til Champions League undanundankappingina, ið upprunaliga skuldi vera í Føroyum, men føroysku sóttarhaldsreglurnar avhøvdaðu tann møguleikan.

 

Týsdagin skal HB spæla hálvfinalu móti Inter D´Escaldes úr Andorra. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum HB og TB á FM1.

 

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo