Í kvøld klokkan 19.45 spæla landsliðini hjá Føroyum og Liktinstein á sætta sinni ein venjingardyst síðani ár 2000. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.
Føroyar eru greiður favorittur at vinna dystin hjá altjóða veddingarfyritøkum, og søgan er eisini við okkum móti Liktinstein. Vit hava higartil vunnið allar fimm venjingardystirnar vit hava spælt móti Liktinstein. Vit hava enn ikki verið í HM ella EM-undanbólki saman við Liktinstein.
Talan hevur verið um fimm venjingardystir, og hava Føroyar vunnið allar. Ein hevur verið spældur í Vaduz, ein hevur verið spældur á Tórsvølli og tríggir hava verið spældir á uttanveltaðum vølli, og eru allir vunnir.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum á Tórsvølli millum Føroyar og Liktinstein. Tróndur Arge verður frásøgumaður. Viðmerkjari til dystarfrásøgnina verður Teitur Joensen.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo