Fýra dystir vera spældir í Betrideildini hjá monnum 2. hvítusunnudag:
Klokkan 15:
TB-ÍF
B36-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Víkingur-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Klokkan 16:
B68-07 Vestur
Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Teitur Joensen. Aftaná klokkan 17 verður Jákup A. Olsen heimildarmaður hjá FM1 til seinna hálvleik av dystinum B68-07 Vestur.
Samrøður og hæddarpunkt koma út in.fo tíðliga um kvøldið.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo