FM1 sigur frá stafettum og 800 metrum seinnapartin

Stafettirnar og kappingin á 800 metrum verða avgreidar millum klokkan 14.45 og 16 seinnapartin

Sjúrður H. Hoydal fer aftur á FM1 við góðari og hollari hjálp frá viðmerkjaranum, Halli Holm at siga frá finaluni í 800 metrar renning, har vónirnar eru ikki sørar til Rebekku Fuglø. Sjúrður fer eisini at siga frá stafettunum, 100 og 400 metrar sum eru við føroyskari luttøku. 

Stafettirnar í 100 og 400 metrum og finalan í 800 metrum verða avgreiddar millum klokkan 14.45 og klokkan 16. Føroysk luttøka er til báðar teinarnar í stafettunum.

Øll kunnu lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

##med2##