Seinnapartin klokkan 16 sunnudagin verður tann fyrsti almenni dysturin í føroyskum fótbólti í 2021.
Talan er um stórsteypadystin á Tórsvølli millum greipuvinnararnar, HB og NSÍ, ið vann silvur í landskappingini í fjør.
Lions Club í Føroyum skipar saman við Fótbóltssambandi Føroya fyri stórsteypadystinum. Innkomni peningurin frá stórsteypadystinum fer til “Øll hava rætt til góð barnaár”.
Frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum á FM1.
Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri HB og NSÍ koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Mikukvøldið 3. mars klokkan 20 sigur FM1 frá dystinum í Burn mansdeildini millum KÍF og Team Klaksvík í Kollafirði.