Trý føroysk lið skulu í eldin í Europa League í kvøld.
Klokkan 18 byrjar dysturin millum Zalgiris og KÍ í Vilnius í Litava. Zalgiris er á odda 2-1 frá fyrru uppgerðini.
Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Titograd og B36 í Podgorice í Montenegro. Har er støðan 0-0 frá fyrru uppgerðini.
Klokkan 19.45 byrjar dysturin millum NSÍ og Hibernian á Svangaskarði á Toftum. Hibernian er á odda 6-1 frá fyrru uppgerðini. Tó er sera týdningarmikið fyri føroyska Europa Cup roknskapin um tað eydnast at fáa stig. Sama er galdandi fyri B36 og KÍ.
Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum NSÍ og Hibernian á FM1. Sendingin byrjar klokkan 19.35. Í sendingini verður eisini fylgt við gongdini í Titograd, har dysturin hjá B36 byrjar klokkan 19.30.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum hjá føroysku liðunum í Europa League undankappingini. Samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru leiktir.