Tað gongur við rúkandi ferð at avgreiða umførini í Betrideildini hjá monnum, og í kvøld verður skjøtil settur undir sjeynda umfar.
Klokkan 19 tekur NSÍ móti AB við Løkin í Runavík. Somu klokkutíð tekur B36 móti EB/Streymi á ovara vølli í Gundadali í Havn. FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.
Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.