FM1 sigur frá Neistin-VÍF (SMS og Okkara) í kvøld

Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 18.30, og dysturin í Okkaradeildini byrjar klokkan 20. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum

Í kvøld verða tvær uppgerðir millum Neistan og VÍF í høllini á Hálsi. 

Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 18.30, og dysturin í Okkaradeildini byrjar klokkan 20.

Í báðum dystunum er talan um eina topp-4 uppgerð.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1.

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og VÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.