FM1 sigur frá Mjølnir-TB (kvinnur) og Mjølnir-SÍ (menn)

(FM1) Hoyr samrøðu við formannin hjá Mjølnir, Jóhann Lützen um 40 ára haldið hjá Mjølnir í morgin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við formannin í Mjølnir, Jóhann Lützen í samband við, at Mjølnir heldur 40 ára stovingardagin í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgin. Jóhann Lützen kann fegnast um, at 40 ára føðingardagsbarnið hevur tað gott. 

 

Bæði liðini hjá Mjølnir í meistaradeildini spæla heimadystir í morgin. Klokkan 13.15 spæla kvinnuliðini hjá Mjølnir og TB, og klokkan 15.30 spæla mansliðini hjá Mjølnir og SÍ.

 

Óli G. Samuelsen sigur frá báðum dystunum á FM1. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Aftaná mansdystin fer FM1 eisini at senda eina løtu frá 40 ára haldinum, har prátað verður við ymisk fólk frá Mjølnir.