FM1 sigur frá Kyndil-VÍF (menn) í kvøld

Faxe Kondi dysturin millum Kyndil og VÍF byrjar klokkan 20 í kvøld. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna

Ein dystur verður leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld klokkan 20.

Kyndil tekur móti VÍF í høllini á Hálsi í Havn. Á sama vølli í sama bólki vann Neistin 32-30 (17-14) á StÍF.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Geir Wardum verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

Samrøður við umboð fyri Kyndil og VÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Hósdagur 21.01.21 kl. 20.00 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil
Sunnudagur 24.01.21 kl. 16.00 VÍF – StÍF
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin

Øll kunnu hoyra FM1  HER