Føroyar spæla annan dystin í Nations League kappingini í kvøld í Pristina í Kosovo.
Í fyrsta umfarinum vunnu Føroyar heima 3-1 á Malta, og Kosovo leikti javnleik 0-0 í Baku ímóti Aserbadjan. Allar altjóða veddingarfyritøkur hava Kosovo sum favoritt at vinna dystin í kvøld.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá Nations League dystinum millum Kosovo og Føroyar á FM1. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og sendingin byrjar klokkan 18.45 tá tíðindini eru liðug á FM1.
Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensarnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.