Fýra dystir vera leiktir í Betrideildini seinnapartin, og FM1 sigur beinleiðis frá tveimum av hesum fýra dystunum.
Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá uppgerðini millum nummmar trý og tvey á stigatalvuni, KÍ og NSÍ sum bæði hava 12 stig fyri fimm dystir. Tveir aðrir dystir byrja klokkan 15. FM1 hevur Magnus Jørmundsson sum heimildarmann til dystin millum ÍF og AB í Fuglafirði, og Fróða Reinert Petersen sum heimildarmann til dystin millum EB/Streym og Skála við Margáir í Streymnesi.
Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum millum Víking og B36 í Sarpugerði í Norðragøtu. Teitur Joensen verður viðmerkjari.
Í fyrra hálvleiki í Sarpugerði og í steðginum verða stuttar samrøður við umboð fyri tey ymisku liðini sum hava leikt dyst millum klokkan 15 og 17.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.