FM1 sigur frá KÍ-HB í kvøld

Seinna hálvfinalan millum KÍ og HB byrjar klokkan 18. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1

Seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og HB byrjar klokkan 18 í kvøld. Fyrra hálvfinalan í Gundadali í Havn endaði við javnleiki 1-1. Hetta merkir, at KÍ vinnur seg í finaluna við úrslitinum 0-0, men endar dysturin 2-2 vinnur HB seg í finaluna.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Dysturin byrjar klokkan 18, og sendingin byrjar klokkan 17.55. Eingin tíðindasending verður á FM1 klokkan 18.30.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri KÍ og HB koma út á in.fo aftaná dystin.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.