FM1 sigur frá KÍ-ÍF klokkan 15

Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum har KÍ skal halda lív í evropeisku vónini

Tríggir dystir vera leiktir í Betrideildini seinnapartin í dag. Allir tríggir dystirnir vera leiktir klokkan 15.

Við Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ móti ÍF. KÍ má vinna fyri at halda lív í vónini at sleppa út í Evropa aftur komandi ár.

Undir Mýruhjalla á Skála tekur Skála móti B36. Bæði liðini hava brúk fyri at vinna. Skála fyri at sleppa framvið AB á stigatalvuni, og B36 fyri ikki at missa KÍ og NSÍ úr eygsjón.

Við Margáir í Streymnesi tekur EB/Streymur móti TB. EB/Streymur hevur 20 stig á sjeynda plássi, og TB liggur á áttanda plássi við 15 stigum.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og ÍF á FM1. Heimildarmaður hjá FM1 við Margáir verður Eyðstein Zachariassen, og heimildarmaður undir Mýruhjalla á Skála verður Sverri Jensen. 

Samrøður verða við umboð fyri øll tey seks liðini, ið spæla í Betrideildini í morgin.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.

Øll kunnu hoyra FM1 HER