FM1 sigur frá HB-TB klokkan 18 í kvøld

Frásøgumaður hjá FM1 á Tórsvølli verður Tróndur Arge

HB kann leggja veruligan sjógv millum seg og nærmastu eltarnir um oddaliðið á heimavølli á Tórsvølli í kvøld klokkan 18 vinnur á TB. 

HB hevur 34 stig undan dystinum. KÍ og NSÍ hava 32 stig.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Ljóðsamrøður við umboð fyri HB og TB og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina hjá FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.