FM1 fer at senda frá fótbólti í fýra tímar seinnapartin í dag.
Byrjað verður klokkan 14 við upptakt til 19. umfar í Betrideildini hjá monnum, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. Petur Asbjørn Lervig sendir upptaktina við Djúpumýru norðuri í Klaksvík, har KÍ og EB/Streymur spæla. Har fer Petur Asbjørn at manna eitt serfrøðingapanel saman við Regini Sivertsen og Agnar Frederiksen.
Klokkan 15 siga Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá dystunum HB-Suðringar í Havn og KÍ-EB/Streymur norðuri í Klaksvík. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, ið eisini byrja klokkan 15. Teir eru NSÍ-Skála í Runavík, Víkingur-07 Vestur í Norðragøtu og AB-B36 úti á Argjum.
Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, har prát verður við umboð fyri tey ymisku liðini, ið hava verið í leiki.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum.










