FM1 sigur frá Fleyr-ÍF klokkan 20 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum, har bæði Fleyr og ÍF hava brúk fyri trimum stigum fyri at hála inn á SÍ

Tað sær ikki ljóst út hjá Fleyr og ÍF at røkka FM-finalunum í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti, og í kvøld klokkan 20 er seinasti møguleikin hjá hesum báðum liðunum at halda lív í lítla FM-finalu møguleikanum

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og ÍF á FM1 í kvøld klokkan 20. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir á FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri Fleyr og ÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.