Tveir dystir verða leiktir í Betrideildini leygardagin.
Klokkan 19 tekur NSÍ móti AB við Løkin í Runavík.
Klokkan 18 tekur EB/Streymur móti Víkingi í Hólmanum á Eiði. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Teitur Joensen verður viðmerkjari.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Samrøður við umboð fyri EB/Streym og Víking koma út á in.fo.