Seinasta fulla umfarið í Betrideildini hjá monnum undan summarsteðginum verur leikt í dag:
Klokkan 15:
B36-KÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
ÍF-Skála (heimildarmaður hjá FM1: Magnus Jørmundsson)
Víkingur-AB (heimildarmaður hjá FM1: Árni Gregersen)
TB-NSÍ
Klokkan 19:
EB/Streymur-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Frásøgumenn hjá FM1 eru Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.
Sendingin byrjar við, at Fótbóltspanelið verður endursent millum klokkan 14 og 14.50. Gestir eru Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF og Eli Hentze, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum sum metir um 12. umfar í Betrideildini.
Hæddarpunkt og samrøður við umboð fyri tey 10 liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.