FM1 sigur frá báðum Faxi Kondi hálvfinalunum í kvøld

Fyrra hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF byrjar klokkan 18, og fyrra hálvfinalan millum H71 og Neistan byrjar klokkan 20

Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum leiktar.

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum,

Klokkan 18 byrjar dysturin í høllini á Hálsi í Havn millum Kyndil og VÍF. Frásøgumaður verður Tróndur Arge.

Klokkan 20 byrjar dystuirin í Hoyvíkshøllini millum H71 og Neistan. Frásøgumaðue verður Sjúrður H. Hoydal.

Samrøður við umboð fyri Kyndil, VÍF, H71 og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.