FM1 sigur frá Aserbadjan-Føroyar

Dysturin í Nations League byrjar klokkan 17. Sendingin byrjar klokkan 16.

Klokkan 17 spælir føroyska fótbóltslandsliðið næstseinasta dystin í hesari Nations League kappingini. Hann verður ímóti Aserbadjan á olympiska leikvøllinum í Baku.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Aserbadjan og Føroyar á FM1. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Aftaná dystarlok verður sendingin "Triði Hálvleikur", har samrøður verða við spælarar og venjara hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

 

Ljóðsamrøður við teir føroysku landsliðsleikararnar koma út á in.fo aftaná dystarlok.