FM1 sigur frá 3. FM hálvfinalunum

Dysturin H71-VÍF byrjar klokkan 18.30 og dysturin Neistin-Kyndil byrjar klokkan 20.30

Í kvøld fellir avgerðin hvørji tvey lið skulu spæla FM-finalurnar í manshondbólti.

 

Í vunnum dystum er støðan 1-1 millum H71 og VÍF, og tað er hon eisini í vunnum dystum hjá Neistanum og Kyndli.

 

Dysturin millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini byrjar klokkan 18.30, og dysturin millum Neistan og Kyndil byrjar klokkan 20.30.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá beinleiðis báðum dystunum á FM1.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvenskirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.