FM1 sigur eisini frá dystinum ímóti Danmark

(FM1) Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar klokkan 15.10

Ein stórur seinnapartur verður á FM1, ið verður merktur av bæði landsliðshondbólti og tí seinasta umfarinum í Betrideildini hjá monnum.

 

Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá stóra hondbóltsbrakinum millum Føroyar og Danmark í Skjern. Dysturin byrjar klokkan 15.10. Tróndur Arge verður staddur til dystin í Betrideildini millum HB og Víking, og vit frætta frá dystinum sum byrjar klokkan 15.30, og ikki minst frá steypahandanini aftaná dystin, tá HB fær FM-steypið handað.

 

FM1 byrjar at senda klokkan 13, har eisini verður fylgt við hvussu tað gongur í 1. deildardystinum millum Víking og B68 sum byrjar klokkan 12, og teimum avgerandi dystunum í betrideildini hjá kvinnum: B68-EB/Streymur/Skála og KÍ-HB sum byrja klokkan 12.30. Upptaktsprát til hondbóltslandsdystin og meistaradystin hjá HB verða eisini at hoyra í sendingini. 

 

FM1 hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.  Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.