Í kvøld klokkan 18 við Djúpumýru í Klaksvík verður seinni dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt í fyrsta umfarinum í Champions League undankappingini. Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0.
Útselt er til dystin. Talan er um 1.200 altjóða góðkend sitipláss.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.15.
In.fo hevur í samsstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo











