Klokkan 16 verður grannauppgerð og fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið millum ÍF og Víking í Fløtugerði í Fuglafirði.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.
Meðan Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið fýra ferðir – seinast í 2017 – og í fjør var í finaluni, sum HB vann 2-0, so eru tað tíggju ár síðani, at ÍF var í hálvfinaluni. Tað var í 2011, tá ið ÍF rakk í finaluna. Mótstøðuliðið var EB/Streymur, sum vann finalurnar ímóti ÍF bæði í 2010 og 2011.
Í 2015 hittust ÍF og Víkingur í fjórðingsfinalu í Fløtugerði. Talan var um máltíka grannauppgerð. Úrslitið var 3-3. Eftir longda leiktíð var neyðugt við brotssparkskapping, sum Víkingur vann.
Einasti ÍF spælarin, sum var við í 2015, og sum framvegis er á liðnum, er liðformaðurin Karl Løkin.










