Í kvøld klokkan 19.45 spælir HB á Tórsvølli.
Teir eru aftanfyri 2-7 móti ísraelska liðnum, Maccabi Haifa til seinna dystin í 3. umfari í Europa Challenge League undankappingini. Men við at vinna ein sigur ella við at leika javnt í seinna dystinum vinnur HB føroyska roknskapinum í UEFA Club Ranking yvirlitinum nøkur týdningarmikil stig.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Ljóðsamrøður við umboð fyri HB koma út á in.fo seinni í kvøld.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo










