Sunnudagin sigur FM1 beinleiðis frá trimum av teimum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hjá monnum.
Sunnudagin klokkan 15:
HB-Víkingur (FM1 sigur frá dystinum)
Skála-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)
ÍF-TB
EB/Streymur-KÍ
Sunnudagin klokkan 17:
AB-B36 (FM1 sigur frá dystinum)
Frásøgumenn hjá FM1 verða Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal. Fylgt verður við gongdini í dystunum millum ÍF og TB, og dystinum millum EB/Streym og KÍ. Samanumtøkur úr Fuglafirði og av Eiði verða í hálvleikinum og tá dystirnir eru lidnir.
Prátað verður við umboð fyri øll tey 10 liðini tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Ljóðsamrøður koma út á in.fo seint seinnapartin og um kvøldið.
Besta smsið sum kemur inn á nr 559999 vinnur tvey atgongumerki til stórdansin AB-stuðlar skipar fyri leygarkvøldið 7. september í høllini á Hálsi í Havn.