Tað hevur siður hjá FM1 í rættiliga nógv ár at siga frá Stórsteypadystinum hjá monnum.
Í ár er einki undantak.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum føroyameistararnar, KÍ og steypavinnararnar, HB sum byrjar á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18.45.
Aftaná dystin koma samrøður við umboð fyri KÍ og HB út á in.fo.
Ágóðin frá stórsteypadystunum fer til Felagið fyri lesi- og skriviveik.
Øll kunnu hoyra beinleiðis dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.