FM1 sigur beinleiðis frá EB/Streymur-HB klokkan 19

Frásøgumaður hjá FM1 er Tróndur Arge

HB kann økja um frástøðuna til KÍ í oddinum í Betrideildini í kvøld.

HB vitjar EB/Streym við Margáir í Streymnesi í kvøld klokkan 19. Bæði liðini eru skerd orsaka av Koronu, men semja er um at avgreiða dystin.

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. FM1 fylgir gongdini í dystinum millum Skála og ÍF, ið byrjar klokkan 19.

Dysturin millum TB og NSÍ við Stórá í Trongisvági byrjar klokkan 16.30. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum.

Í sendingini verður prátað við Michael L. Winther, høvuðsvenjara hjá TB, Glenn Ståhl, høvuðsvenjara hjá NSÍ, Sorin Anghel, høvuðsvenjara hjá Skála og annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus. Ringt verður eisini til høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, ið fyrireikar seg saman við hópinum í Sofia í Bulgaria til dystin í triðja undanumfarinum í Europa Leageu kappingini móti CSKA Sofia, ið byrjar í morgin klokkan 18. Dysturin millum KÍ og Dinamo Tblis á Tórsvølli i í sama undanumfari.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Dinamo Tblisi. 

HER  ber til at hoyra FM1