Í kvøld verður aftur sagt beinleiðis frá betrideildarfótbólti á FM1.
Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá grannauppgerðini millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Dysturin byrjar klokkan 19. Trygvi Mortensen verur viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Heimildarmaður hjá FM1 til seinna dystin í Europa Conference League kappingini millum Budocnost og HB, ið eisini byrjar klokkan 19 verur Jógvan Páll Lassen. Fylgt verður eisini við í gongdini í dystinum í Betrideildini millum 07 Vestur og EB/Streym á Dungasandi í Sørvági.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo