FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg
Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru tilflytarar.
Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.
Í morgin klokkan 10 er Sharon Sivertsen úr Havn gestur hjá Stellu Zachariassen.
Sharon hevur føroyskan pápa og srilankanska mammu, og fer at lýsa tær báðar mentanirnar, og tey bæði londini, Føroyar og Sri Lanka sum hava myndað hana.