FM1 sendir úr Vági mikudagin millum klokkan 13 og 17

Sent verður úr Miðlatúni í Vági

Mikudagin 17. august frá klokkan 13.00 – 17.00 sendir FM1 beinleiðis úr Vági, har prátað verður við fólk í kommununi um ymisk viðurskifti. Sendingin verður meira av tí lættara slagnum. Á skránni vera prát og tónleikur umframt, at kapping verður har vinningarnir eru gisting fyri tvey á Hotel Brandan, og haraftrat ein góður vinningur frá Vágs Timburhandli.

 

Petur Zachariassen frá FM1 greiðir frá: - Tosað verður við m.o.. Jonhild Kjærbo og Ingeborg Vinther, sum blivu heiðraðar tá Ljósfest var í Vági fyri stuttum. Eisini práta vit við rektaran á Miðnámi í Suðuroy, Guðrið Johansen, um skúlan. Borgarstjórin, Bjarni Johansen, sleppur sjálvandi eisini fram at umframt eitt undirhaldandi prát við Hans Jacob Hjelm. Bogi Mortensen, formaður í VB, kemur eisini á gátt. Umframt hetta kann tað eisini henda, at verturin fer ein túr kring Vág við mikrofonini. 

 

Sent verður úr Miðlatúni og øll kunnu lurta við á www.midlar.fo.

 

Allar tíddir (frekvensir) síggjast á heimasíðuni eisini.

 

Vertir í sendingini vera Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen.