FM1 sendir úr Runavík seinnapartin millum klokkan 13 og 15

Reportari hjá FM1 verður Petur Zachariassen

Í sendingini "Spurin í Runavík", seinnapartin millum klokkan 13 og 15 vera ymisk evni á skránni.

 

Í dag vera tað Terje B. Vestergaard, Pauli Poulsen og Sonni L. Petersen býráðslimir, ið vera gestir í sendingini.

 

Eisini verður vitjað í nýggja "Berøa", har Poul Jóhan Djurhuus fer at greiða frá.

 

At enda verður vitjað hjá Orkis, har Jórunn Kallsberg greiðir frá teirra virksemi.

 

FM1 sendir "Spuran" úr Runavíkar kommunu hvønn mikudag millum klokkan 13 og 15.