Størsti og mest týðandi dysturin í Betrideildini hetta kappingarárið verður seinnapartin klokkan 15 við Løkin í Runavík.
NSÍ á næstaftasta plássinum við 21 stigum tekur móti B68, ið er á triðaftast plássinum við 24 stigum.
FM1 ger nógv burturúr, og rullar bólturin frá klokkan 13 á FM1.
Skráin er hendan:
Klokkan 13: Fótbóltspanelið (e). Gestur: Súni Fríði Johannesen, fyrrverandi B68 og NSÍ leikari um dystir millum NSÍ og B68 í farnum tíðum, við serligum denti á dystin í seinasta leikumfarinum í 2006.
Klokkan 14: Petur Asbjørn Lervig og Petur Jákup Heinesen hava beinleiðis samrøður við formennirnar hjá NSÍ og B68, við legendir hjá NSÍ og B68, og við umboð fyri fjepparafeløgini, Guligans og Red Panthers.
Klokkan 15: Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum NSÍ og B68 við Løkin í Runavík.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo