Miðlahúsið ger nógv burtur úr stóra ólavsøkutiltakinum, sum verður hildið í Vágsbotni ólavsøkudag klokkan 22.
Kendur og væl umtóktur popptónleikur verður at hoyra, tá ið vágbingurin Ingi Poulsen og klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson fara at framføra sínar landaplágur saman við væl spælandi bólki.
Ingi Poulsen hevur seinnu árini verið nógv at hoyrt við sangum sum »Tann fittasta« og »Tá ið eg síggi teg«. Nú er hann eisini aktuellur við sanginum »Kostbar«. Ingi hevur vunnið fram við fangandi løgum og eini eyðkendari suðuroyarrødd.
Niclas Heri er sangari og sangskrivari í bólkinum Dynamit, sum hevur havt eina langa røð av hittum – eitt nú við sangum sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn« og »Til allar kvinnur« bara fyri at nevna nakrar. Niclas Heri, sum nú hevur bólkin Dynamit Perlur, fer at spæla nakrar av bestu Dynamit-sangunum.
Umframt tónleikin verður eisini skemt við royndu og dugnaligu skemtarunum og hermarunum, Hilmar Jan Hansen og Bill Justinussen.
FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.