Klokkan 16.45 skal føroyska manslandsliðið í hondbólti aftur takast við Ukraina. Hesaferð á heimavølli í Royal Arena í Keypmannahavn, ið fyrr í ár var HM-endaspælsleikvøllur.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ukraina á FM1. Byrjað verður við upptaktssamrøðurm klokkan 16.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við venjarar og spælarar koma út á in.fo tíðliga í kvøld.