Idé Møblar fylla 40 ár.
Í dag fer FM1 at senda beinleiðis frá Ide Møblum millum klokkan 14 og 15.
Prátað verður við eigararnar og umboð, sum vitja, nú Idé Møblar hátíðarheldur 40 ára stovningardag.
Lurtið við og hoyrið um søguna aftan fyri Idé Møblar og aðrar áhugaverdar søgur.
Í sendingini verður gávukort burturlutað á kr. 500,-, sum kann brúkast í Ide Møblum og Koppi og Kannu.
Send sms á 559999 við tekstinum "Ide Møblar 40 ár", og tú ert við í kappingini. Drigið verður beint áðrenn sendingin endar klokkan 15.