FM1 sendir beinleiðis frá hondbólts-landsliðsúttøkuni

Klokkan 10 í morgin fer Sonni Larsen, landsliðsvenjari at kunngera hópin til dystirnar ímóti Ukraina

Mikudagin 10. apríl klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst á útivølli ímóti Ukraina. Leygardagin 13. apríl klokkan 17.45 spæla Føroyar "heimadyst" ímóti Ukraina í Keypmannahavn.

 

Í morgin klokkan 10 fer landsliðsvenjarin á tíðindafundi at kunngera hvørjir eru tiknir út til hópin til báðar EM-undankappingardystirnar ímóti Ukraina á útivølli og heimavølli.

 

FM1 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum. Reportari hjá FM1 verður Sjúrður H. Hoydal.

 

Føroyar hava higartil spælt javnleik 24-24 ímóti Montenegro á útivølli, og hava tapt 17-35 ímóti verandi heimsmeistarunum og olympisku meistarunum, Danmark á "heimavølli" í Skjern.

 

Støðan í EM-undanbólki 8:

 

soccerstand.com
1.Danmark220065:414
   
2.Ukraina210153:542
   
3.Montenegro201148:531
   
4.FØROYAR201141:591