FM1 sendir "Bátaradio" úr Vestmanna leygardagin

Vilmund Jacobsen verður reportari til sendingina. Byrjað verður at senda klokkan 14 leygardagin

Í morgin fer FM1 undir fyrstu av trimum "Bátaradio"-sendingum, ið sendar verða í summar. Frá klokkan 14 verður sent beinleiðis í samband við, at bátastevna er í Vestmanna.

1. juni fer FM1 at senda "Bátaradio" úr Hvalvík og fyrst í August verður "Bátaradio" sent úr Hósvík.

Vilmund Jacobsen verður aftur í ár trúgvur og drúgvar bátaradioreportari hjá FM1. Hann verður við bátafylginum av Fútakletti og inn á Vestmanna. Á stevnuøkinum í Vestmanna fer Vilmund eisini at gera fleiri beinleiðis samrøður. Flestu samrøðurnar hjá Vilmundi koma út á in.fo.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Byrjað verður at senda klokkan 12. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

HER ber til at hoyra bátaradio-reportarin hjá FM1, Vilmund Jacobsen í samrøðu við Óla G. Samuelsen greiða frá sendingini "Bátaradio".

HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen frá bátastevnuni í Vestmanna.