##med2##
Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Arminia Bielefeld gerst í ringasta føri nummar tvey í 2. bundesligu í Týsklandi, og tað merkir, at Arminia Bielefeld spælir í bundesliguni komandi ár.
Jóan Símun Edmundsson sigur í samrøðu við FM1, at hann hevði droymt um, at hann fór at fáa møguleikan at spæla í einari av teimum stóru fótbóltsligunum í Evropa.
Jóan Símun sat og hugdi eftir dystinum millum B36 og NSÍ á Televarpinum, tá hann fekk boð frá tí sum skrivar hesar reglurnar, ið segði tillukku við uppflytingini, og bað um at gera eina stutta útvarpssamrøðu á FM1. Tá fekk Jóan Símun Edmundsson staðfest, at nærmasti kappingarneytin hjá Arminia Bielefeld, Hamburger SV bert hevði megnað 1-1 móti Osnabrück á heimavølli, og kann tí ikki fáa Arminia Bielefeld aftur á stigatalvuni.
Jóan Símun kann fegnast um at hava fingið løn fyri eitt langt stríð á fótbóltsyrkisleiðini, og eyðmjúkur sigur hann seg gleða seg til at sleppa at spæla nakrar minuttir í bundesliguni komandi kappingarár.