FM1: Samrøður við ein vónbrotnan Agnar og ein fegnan Atla

(FM1) Hoyr venjaran hjá ÍF og liðskiparan hjá Víkingi seta orð á 3-2 sigurin hjá Víkingi á ÍF

##med2##

 

Tað peikar hvør sín veg hjá grannunum Víkingi og ÍF. Víkingur er væl á veg til at tryggja sær silvurkrónurnar, og ÍF er í stórum niðurflytingarvanda. Víkingur vann 3-2 á ÍF í dag, og ÍF hevur ikki megnað at fáa nakað stig móti Víkingi hetta kappingarárið.

 

Víkingur-ÍF 3-2 (0-1)

 

0-1 Hans Jákup Lervig (42)

 

1-1 Atli Gregersen br. (79)

 

2-1 Arnbjørn Svensson (81)

 

3-1 Jákup Johansen (85)

 

3-2 Bogi Reinert Petersen (87)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við ein vónbrotnan ÍF-venjara, Agnar Prestá sum helt, at leikliga avrikið hjá ÍF var framúr gott, og tað eydnaðist at vera á odda 1-0 til 79 minuttir vóru farnir, men so gjørdist talan um seks svartar minuttir hjá ÍF. Agnar heldur, at ÍF kann byggja uppá avrikið til komandi uppgávuna, ið er NSÍ á heimavølli, men Agnar staðfestir, at ÍF er eisini tengt at øðrum úrslitum í Betrideildini.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen sum eisini er hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, og tí kom endin av samrøðuni at snúgva seg um U21-landsliðsavrikini undanfarnu dystirnar. Atli er errin av ungu monnunum hjá Víkingi sum mennast alla tíðina, og hann undirstrikar, at Víkingur byggir uppá alla tíðina. 

 

HER  ber til at hoyra Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Hanus Jacobsen siga frá teimum fimm málunum og taka samanum dystin.