FM1: Samrøður við ársins spælara, miðvallara og toppskjútta: Heidi Sevdal

(FM1) Hoyr løturnar tá Heidi Sevdal var heiðrað heilar tríggjar ferðir á Parnassinum á Hotel Hafnia, og hoyr hana seta orð á tað

##med2##

 

Neyvan nakar fótbóltsspælari í Føroyum eigur so nógvar persónligar heiðrar sum Heidi Sevdal hjá NSÍ.

 

Í kvøld gjørdist hon umframt at vera toppskjútti í Betrideildini við 33 málum eisini ársins áleypari, og á sjeynda sinni ársins spælari. Ein sonn legenda.

 

Heidi skrivaði eisini søgu við at vinna steypakappingina við NSÍ. Tað er fyrstu ferð, at kvinnurnar hjá NSÍ vinna steypakappingina.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tær tríggjar løturnar tá Heidi var heiðrað á Parnassinum á Hotel Hafnia í kvøld. Hoyr eisini tær tríggjar samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Heidi í samband við teir tríggjar heiðrarnar hon fekk.