##med2##
Mikkel Dahl fekk nógv burturúr tað hálvtannað árið hann spældi við HB. Hann skoraði samanlagt 42 mál uppá 47 dystir fyri HB. Í fjør vann greipuna við HB, og í ár var hann við at spæla HB víðari í Europa Conference League. Í ár setti Mikkel Dahl met við at skjóta 27 mál í einum kappingarári. Gamla metið átti Klæmint A. Olsen við 26 málum.
Í kvøld kundi Mikkel Dahl taka móti heiðrunum sum ársins toppskjútti og sum ársins áleypari.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løturnar tá Mikkel Dahl var heiðraður fyri at vera ársins toppskjútti og ársins áleypari. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Mikkel Dahl í samband við báðar heiðrarnar hann fekk á Parnassinum á Hotel Hafnia í kvøld.