FM1: Samrøður úr Klaksvík

Her ber til at hoyra samrøðurnar við Mikkjal Thomassen (KÍ) og Sorin Anghel (AB)

##med2##

##med3##

Um vikuskiftið hevur 12. umfar í landskappingini hjá monnum verið. Í dag er norðoyastevna, og í dag var støðan í Klaksvík 1-0 til AB, tá ið vanliga leiktíðin var farin. KÍ pressaði og pressaði, og áskoðarafjøldin beit negl. Bjarki Nielsen skoraði AB málið eitt stórt korter undan leikloki.

Patrik Johannesen hevur ikki skorað so nógv mál, síðani hann flutti til KÍ, sum tað varð roknað við, at hann fór at megna, tí hann hevur so ofta áður víst, at hann hevur gott máltev.

Men í dag var Patrik Johannesen avgerandi. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Patrik Johannesen tvær ferðir, og harvið syrgdi hann fyri, at stigini, sum vóru á veg av norðyastevnu og suður í høvuðsstaðin, kortini vóru í Klaksvík.

2-1 sigurin ber við sær, at KÍ framvegis er topplið – eitt stig frammanfyri NSÍ.

KÍ- AB 2-1 (0-0)

0-1: Bjarki Nielsen 71.

1-1: Patrik Johannesen 91.

2-1: Patrik Johannesen 93.

1: Samrøða við Mikkjal Thomassen 2: Samrøða við Sorin Anghel