Í Sportboxini, sum er á FM1 fríggjadagar frá klokkan 15 til 18, verður Símun Samuelsen gestur í partinum, sum eitur Fótbóltspanelið. Tað er frá klokkan 16 til 17.
Símun Samuelsen valdi í vetur at stilla gaggurnar, eftir eina drúgva yrkisleið í fótbólti. Hann hevur spælt í fýra ymiskum feløgum í Føroyum, kosin til ársins spælara í Íslandi og hann hevur spælt eitt stutt tíðarskeið í Norra. Tað bleiv eisini til 44 landsdystir fyri Føroyar og eitt minniligt mál.
Nú verður Símun Samuelsen gestur í Fótbóltspanelinum, har hann kemur at greiða frá hví hann er givin. Hann fer eisini at seta sítt dreymalið av viðspælarum, og eitt av teimum torførastu mótstøðuspælarunum, sum hann hevur spælt í móti.
##med2##
Í hondbóltspanelinum, sum er frá klokkan 15 til 16, fer Sjúrður H. Hoydal at taka samanum fyrru hálvfinalurnar í steypafinaluni í hondbólti, meðan Óli G. Samuelsen fer at senda beinleiðis úr Klaksvík, nú hálvfinalurnar í flogbólti verða leygardagin.
Sportboxin – fríggjadagar:
15-16 Hondbóltspanelið
16-17 Fótbóltspanelið
17.15-18: Flogbóltspanelið