##med2##
TB fer í summarferiu røttu megin niðurflytingarstrikuna við seks stigum. TB hevur hóast lítlu úrtøkuna við stigum bert minus níggju í málúrtøku. AB við fýra stigum hevur minus 25 mál, og Skála á aftasta plássið hevur minus 30.
TB-arnir verða ikki niðurspældir móti topp-4 liðunum, og teir stríðast væl, men dystirnir enda við teprum tapum.
Tað var aftur søgan í dag, tá TB tapti 0-1 móti NSÍ við Stórá í Trongisvági. Einsamalla málið Oddur Højgaard skoraði gjørdist munurin millum liðini í dag.
Michael L. Winther, høvuðsvenjari hjá TB ásannar, at hetta hevur verið afturvendandi søgan hjá TB. Hann kann ikki seta nakað á hugburðin og stríðsviljan, men spillan hjá TB er væntandi neyvleikin frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðunum. Aftur í dag kundi TB við nakað betri neyvleika vunnið sær stig.
Michael L. Winther ætlar at koma aftur úr summarferiuni við einum áleypara og einum miðvallara áðrenn TB skal møta HB á ólavsøku. Niðurflytingarvandin hóttir TB enn, og honum ætla TB-arnir at sleppa undan.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl.