##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge kunngera, at Óluva Joensen hjá KÍ og Teitur Matras Gestsson hjá HB eru ársins málverjar 2020.
2) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Óluvu Joensen sum heldur, at EM-undankappingardysturin hon spældi fyri Føroyar móti Wales í EM-undankappingini var serliga góður.
3) Hoyr samrøðuna Maria Z. Nesá gjørdi við Teit Matras Gestsson, ið umframt at fegnast um góða kappingarárið í HB eisini fegnast um, at hann er sloppin at verja málið hjá føroyska landsliðnum og hevur verið við til at vinna Nations League bólkin.
##med3##