##med2##
AB gjørdi ein "AB" í seinasta leikumfarinum. AB bjargaði sær - fyribils, ið hvussu er - við at vinna heili 4-0 á EB/Streymi. Úrslitið merkir, at AB skal spæla ein upp- og niðurflytingardyst móti B68.
Hetta megnaði AB enntá við 10 monnum í størra partinum av dystinum. Sørin Nygaard Samuelsen fekk reyða kortið tá 35 minuttir vóru farnir, men tá var AB longu á odda 2-0, og í seinna hálvleiki bygdu teir uppá leiðsluna.
Samstundis tapti Skála 2-3 móti TB við Stórá í Trongisvági, og endaði tí á aftasta plássinum. Nýtt lið í Betrideildini komandi kappingarár er 07 Vestur.
AB - EB/Streymur 4-0 (2-0)
Gilli Róason 1-0 (10.)
Jasper Van Der Heyden 2-0 (16.)
Jasper Van Der Heyden 3-0 (74.)
Bjarki Nielsen 4-0 (79.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við leikandi venjaran hjá AB, Rógva Poulsen og Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi.
Rógvi fegnast um sigurin og góða avrikið, men hann minnir á, at um AB ikki vinnur á B68 hevur alt stríðið verið tíl fánýtis. Jákup Martin staðfestir eitt út av lagi vánaligt avrik í dag, men hann fegnast um eitt samlað gott kappingarár hjá EB/Streymi.