##med2##
Pauli Johannesen, Astrid Gullfoss og Jan Joensen, næmingar á Serbreytini fara niðan á Tórsvøll at heppa á Føroyar móti Ísrael í kvøld, og tey eru øll bjartskygd um eitt gott føroyskt úrslit móti Ísrael.
Reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig vitjaði Serbreytina úti í Marknagili í Havn fyrr í dag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Paula Johannesen, Astrid Gullfoss og Jan Joensen.











